Handil:
Alma á Lava stovnaði fyritøkuna í 2019. Skapandi tilgongdin, estetikkur og áhugin fyri endurnýtslu er kjarnan í virkseminum.
At útrykkja seg estetiskt er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum menniskjum. Vit prýða okkum sjálv og okkara umhvørvi við tí, okkum dámar. Ígjøgnum okkara estetiska útrykk vísa vit, hvørji vit eru, hvat ið vit standa fyri, og hvar ið vit hoyra til.
Samstundis vilja vit hava okkurt nýtt, okkurt serstakt, sum ger, at vit víkja frá hinum, vit annars samanbera okkum við.
Alt hetta renslið av klæðum, prýðislutum o.ø. sæst aftur í risastóra handilsídnaðinum, sum nú sigst at gera stórt inntriv í náttúru okkara.
Hjá alava.fo er avgerandi, at tilfarið, sum verður brúkt at framleiða vørurnar við, ikki ger óneyðugt inntriv í náttúruna, og tí er tilfarið endurnýtslutilfar.
At vit hava avmarka okkum til bara at nýta endurnýtslutilfar er ein avmarking, okkum dámar. Vit síggja hetta sum eina gávu. Har ið avmarkingin og tann skapandi, estetiska tilgongdin møtast, verður tað nýggja og serstaka funnið.
Handgjørdu vørurnar eru sniðgivnar og framleiddar í Føroyum.
Sonn føði…;)
Her er eitt sindur um sonn føði… og hví eg vil deila:
Eg eiti Alma á Lava, og tað eri eg, sum deili uppskriftir her á blogginum.
Eg byrjaði uppá hendan bloggin 2014. Tað var í samband við, at sonur mín tá í 4 ár hevði eti mat uttan mjólkaúrdráttir, uttan korn og uttan rafinera sukur.
Hann var tá keddur um sína støð, tí hann kendi seg øðrvísi, tí hann ikki át sum hini.
Vit gjørdu tá eina pakt. Eg lovaði honum, at eg skuldi gera mítt til at upplýsa, so kanska fleiri fóru at eta sum hann.
Eg fór at deila uppskriftir, sum vit vanliga gjørdu her heima.
Grundin til at eg av fyrstani tíð valdi at geva mínum soni mat uttan mjólkaúrdráttir, uttan korn og uttan rafinera sukur var, at hann fekk staðfest autismu sum 3 ára gamal.
Sambært Dr. Natasha Campbell-McBride hjálpur hesin kosturin (GAPS) fólki við autismu. Hetta vísa okkara royndir eisini.
Kostætlanin kallast sum sagt GAPS, ið stendur fyri Gut and Psychology Syndrome og Gut and Physiology Syndrome.