Muffins-bolli við hindber1

Muffins-bolli við hindber

(uml. 15 stk.)

3 búnar bananir

1 krukka av mandulsmør, 330g (kann keypast í FK í miðbýnum).

3 vistfrøðulig egg

1 tsk. av natron

sevja frá einari 1/2 sitrón

1/2 tsk. salt

Nøkur fryst vistfrøðulig hindber

Soleiðis
Mosa bananirnar við einum gaffli og píska væl saman við mandulsmørinum og eggunum.

Koyr natron í og píska aftur.

Koyr síðan sitrónsevja og salt í.

Koyr deiggið í muffinsformar og baka við 180′ í uml. 15 – 20 min.

Hakka frystu hindberini við einum knívi og koyr í eina skál. Tak muffins-bollan úr forminum og sker hann í helvt, koyr hindber á bollan, tá berini byrja at tina og eru nemmari at smyrja. Vælgagnist.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top