Ingifer Cookies

2 egg

2 spsk. olivenolia

100 g hunang

1 tsk. vaniljuúrdrátt

2 tsk. ingiferpulvur

100 g mandulmjøl

70 g kokusmjøl

1/2 tsk. natron

1/2 tsk. edike

Soleiðis:

Tak alt tilfari fram, so alt hevur sama tempratur.

Tendra ovnin á 175°

Brúka ein hondmiksara. Blanda olivanoljuna og eggini saman.

Koyr so hunangin, vaniljuúrdráttin og ingiferpulvurið í og blanda væl.

Blanda so mandulmjølið, kokusmjølið, natronið og edikin saman og koyr tað í saman við restini.

Brúka so eina súpuskeið at skeiða cookies´irnar á eina bakiplátu við bakipapíri á.

Baka í 10 – 15 min. 

Læt tær kølna á eini rist. Ver varin tá tú flytur cookies´irnar av plátuni. Tær eru bleytar, tá tær eru heitar.

Eg goymi mínar í frystiboksini. Man kann gott eta tær beint frá frystiboksini, tað smakar best, haldi eg.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top