
Alma á Lava | Skriva tann |

"Ostur"
– 200 g cashewnøtir
– 1 tsk. havsalt
– 1/2 tsk. oregano
– 1/2 tsk. basilikum
– 1/8 tsk. pipar
– 1/8 tsk. hvítleykspulvur
– 300 ml mandulmjólk
– 2 spsk. sitrón saft
– 1 spsk. súrepla edikur
– 8 tsk. gelatin pulvur
– 0,5 dl oliven oilja
Soleiðis:
1. Koyr nøturnar í eina grýtu saman við nokk av vatni. Kóka upp til vatnið kemur upp á kók og kóka við miðal hita í uml 10 min – til nøtirnar eru eitt sindur bleitar. Stoyt nøturnar gjøgnum eina sílu og koyr tær í ein kraftigan blendara ella í eina hvirlu.
2. Koyr síðani salt, oregano, basilikum, pipar og hvítleikspulvir í blendaran/hvirluna og blenda/hvirla til nøturnar eru knústar.
3. Koyr síani mandulmjólkina, sitrón saftina og edikin í eina grýtu saman við gelantininum. Kóka spakuliga upp og læt simra í 5 min ella til gelantini er upployst. Rør javnan í grýtuni.
4. Koyr nú gelatin-vætuna í blendaran/hvirkuna og blenda/hvirla til alt er samanhangandi, mjúkt og uttan klumpar.
5. Smyr 3 skálir við olivenolju. Eg brúki eitt stikki av køkspapír at smyrja við. Stoyt “ostin” í skálirnar og set skálirnar í køliskápi til “osturin” er stívnaður.
Tá ið “osturin” er stívnaður plagi eg at taka hann úr skálunum og goyma hann í frystiboksini, tí so heldur hann sær longri.
M.a. brúki eg “ostin” at leggja á pizza, tá vit gera pizza her heima.
