Ghee - reint smørfeitt

Ghee er reint smørfeitt og er kent frá Indiskari matgerð.

Tá man ger ghee deilur feittið seg frá proteininum, sum annars eru í smøri.

Tað, sum gerð, at fólk ofta ikki tola mjólkaúrdráttir eru hesar proteinir. Tí kann tað vera væl egna til fólk sum vanliga ikki eta mjólkaúrdráttir.

Tú skal brúka 1 pk av ósaltaðum smøri.

Soleiðis:

Sker smørið í bitar og koyr tað í eina lítla grýtu. Smelta smørið við miðal hita, til smørið hevur deilt seg í 3 løg. 

Læt smørið vera í grýtuni eina løtu og kølna (til tað hvíta, sum liggu ovast er eitt sindur storkna). Skava hetta hvíta oman av við eini skeið.

Stoyt síðani tað klár smørið í eina krukku. Ansa væl eftir at tað hvíta, sum er í botninum, ikki kemur við. Tú kann m.a. brúka eitt tætt vovið toystykki at stoyta í gjøgnum.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top