Pitsa

Pitsabotnur:

– 2 stór egg 
– 2 spsk. av olivinolju 
– 150 g mandlumjøl
– 20 g Kokusfiburmjøl
– 1 tsk. salt
– 1/2 tsk. oregano
– 1/2 tsk. turka basilikum
– 1/4 tsk. hvítleykspulvur

Fylla:

– Tomatsós

– ost

– Hanegal speigipylsa

– Reyðleykur

– Oregano

Soleiðis:

Tak alt tilfarið fram, so tað fær sama temperatur.

Koyr eggini og olivinoljuna í eina skál og blanda væl saman. Koyr síðani restina av tilfarinum í og blanda aftur væl, so eingir klumpar eru í.

Kroyst deiggið saman til ein klunp og læt deiggið hvíla í 5-10 min.

Tendra ovnin á 190°C.

Tekna ein runding (uml sum ein stórur døguratalerkur) á eitt stykki av bakipappír. 

Legg deiggjklumpin á bakipappírið og legg eitt annað bakipappír omanyvir. Rulla deiggið til tað er uml 0,5 cm, so tað fyllir allan rundingin.

legg pitsabotnin á eina plátu og baka í 10-15 min.

Sker ostin og pilsuna í passandi flísar.

Tak botnin úr ovninum. Ikki sløkkja ovnin.

Smyr tomatsósinað á botnin. Legg ostin á pitsabotnin, so hann liggur javnt og tætt. Legg pilsustykkini oman á ostin og drússa skorna leykin og organo omanyvir.

Set nú Pitsuna inn aftur í ovnin og baka, til pitsan er liðug (tað er so ymiskt hvussu leingi, man vil hava, men osturin skal vera smeltaður). Mær dámar best, um pilsustykkini eru eitt sindur snerkt.

Væl gagnist!

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top