Vaniljuúrdráttur

  • Vaniljustengur – brúktar og óbrúktar 
  • Alkohol – vodka eller rom

Soleiðis:

Keyp eina fløsku av rom ella vodka.

Klúgv óbrúktu vaniljustengurnar og sker tær og tær brúktu vaniljustengurnar í helvt og koyr tær í fløskuna. 

Vaniljustengurnar skulu vera undir í alkoholi, so tær ikki rotna.

Lat nú úrdráttin standa. Eftir 14 dagar er hann klárur at brúka. 

Um tú bara brúkar brúktar vaniljustengur (uttan korn), so tekur tað 4-5 mánaðir, áðrenn tað blívur gott. 

Eg plagi at goyma stengurnar, eftir at eg havi skavað kornini úr. Tær koyri eg leypandi í fløskuna, og á tann hátt haldi eg gongd í góða smakkinum. Eg fái eisini mest møguligt burtur úr rávøruni. 

Alkoholið, sum eg plagi at brúka, er rom (350ml). 

Tá eg síggi, at stengurnar byrja at koma undan, fylli eg meira rom í.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top