Gløgg til børn - og aðrar sunnar verur.

Lekkur heitur, søtur og væl smakkandi jóla-drikkur 

  • 250 solberjasaft (eg brúki hesa, sum kann keypast hjá Søsterne Green)
  • 250 ml súreplamost (eg brúki hetta, sum kann keypast frá fk Hoyvík)
  • 1 tsk. av kaneli
  • 3 cm av frískum ingefer skorið í skivar
  • 15 nelikar
  • skalið av einari vistfrøðiligari appelsin
  • 25 g av rosinum
  • 25 g av hakkaðum mandlum uttan skal

Soleiðis:

Blanda solberjasaftina, súreplamostið, kanelið, ingeferið, nelikarið og appelsinskalið saman í eina lítla grýtu og hita upp til kókipunktið. Skrúða síðani niður á heilt lágan hita í eini 15 min.

Stoyt gløggið gjøgnum eina sílu. Koyr síðani vatua í grýtuna aftur í eini 5 min saman við rosinunum og mandlunum. 

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top