Cookies

50 g av kokusolju

1 egg 

120 g av hunangi

1 tsk. vaniljupulvur

130 g mandulmjøl

2 spsk. kokusfiburmjøl

1/2 tsk. natron

1/2 tsk. av edike ella sitrónsevju

1/2 tsk. salt

70 g av hakkaðari 85% sjokuláta

Soleiðis:

Tendra ovnin á 175°

Brúka ein hondmiksara. Blanda kokusoljuna og eggið saman.

Koyr so hunangin og vaniljupulvurið í og blanda væl.

Blanda so mandulmjølið, kokusfiburmjølið, natronið, edikin og saltið saman og koyr tað í saman við restini.

Koyr so hakkaðu sjokulátuna í.

Brúka so eina súpuskeið at skeiða cookies´irnar á eitt bakipappír á einari bakiplátu.

Baka í 10 min. 

Læt tær kølna á eini rist. Ver varin tá tú flytur cookies´irnar av plátuni. Tær eru bleytar, tá tær eru heitar.

Eg goymi mínar í frystiboksini. Man kann gott eta tær beint frá frystiboksini.

Íblástur: Walker, Daniella

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top