Alma á Lava | Skriva tann |
Smáar køkur við súltutoy
Súltutoy:
300 g av frystum berðum
150 g av hunangi
saft av 1 sitrón
40 g av chia fræum
Soleiðis:
Hita berðini, hunangin og sitrónsaftina við miðal hita. Hita til tað byrjar at kóka. Skrúða niður til lágan hita og koyr chia fræðini í. Rør væl og læt simra í uml. 10 min.
Læt kølna í meðan tú ger køkurnar.
Køkur:
3 spsk. cashew- ella mandlusmør
50 g av kokusolju (stovuhita)
5 spsk. hunangi
2 tsk. sitrónsaft
skalið av einari 1/2 sitrón
1 egg (stovuhita)
100 g av mandlumjøli
30 g av kokusfiburmjøli
1/2 tsk. natron
eitt nips salt
Soleiðis:
Blanda alt tað turra saman – mandulmjølið, kokusfiburmjølið, natronið og saltið.
Blanda so cashew- ella mandlusmørið, kokusoljuna, hunangin, sitrónsaftina og sitrónskalið saman. Blanda til tað er mjúkt og samanhangandi. Koyr so alt tað turra í. Blanda væl.
Koyr eggið í og blanda aftur.
Set deiggið í kuldaskápið í 20 min, so tað blívur fastari í tí.
Tendra ovnin á 175°
Legg bakipappír á tvær bakiplátur, so tær eru klárar.
Tak deiggið úr kuldaskápinum og koyr tað í ein sproytiposa.
Sproyta passaliga stórar toppar á bakipappírið. Ger peikifingurin vátan, og sting eina kullu niður í topparnar, so tað er pláss til súltutoyið. Koyr eina 1/2 tsk. av súltutoyið í kullurnar. Goym restina av súltutoynum í einari reinari krukku, og goym tað í kuldaskápinum til eitt annað høvi.
Baka í heita ovninum í 10 – 12 min.
læt køkurnar kølna á einari rist.
Skriva eitt svar