Krem av kokusmjólk

1 dós av kokusmjólk, sum hevur staði í kuldaskápinum í 24 tímar ella longur. 

1 – 2 tsk. hunang

Soleiðis:

Set eina skál í frystiboksina í 30 min, so hon er køld, tá tú skal píska. 

Tak kokusmjólkina varliga úr kuldaskápinum, so tú ikki blandar skiljingina, sum er hend, meðan dósin hevur verið í kuldaskápinum – kokusvatnið er í botninum og kokuskremið er ovast í dósini. 

Tak kremið oman av og koyr tað í køldu skálina saman við hunanginum. Píska við einum stavblendara ella einum hondmiksara, til kremið er mjúkt og fluffy. Píska ikki ov leingi, tí so blívur kremið heitt og tí vátt og flatt. 

Goym kokusvatnið í kuldaskápinum. Kokusvatn er gott at brúka í smoothie ella at drekka kalt við ísterningum í.

prei:

Eg havi altíð eitt blikk av kokusmjólk í kuldaskápinum, so eg í eini handavending kann gera hetta kremið ella annað, sum krevur at kokusvatnið og kokuskremið hava skilt seg.

Íblástur: Walker, Daniella

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top