
Alma á Lava | Skriva tann |

Jarðberjasorbet
1/2 dl av vatni
1 banan
skalið av 1/2 sitrón
500 g av frystum jarðberum
2 spsk. av hunangi
1 eggjahvíti
85% sjolulátu
Soleiðis:
Koyr alt tilfarið uttan sjokulátuna í eina kraftiga hvirlu. Um tín hvirla ikki klárar at knúsa frystu jarðberini, læt tilfarið so standa eina løtu í hvirluni, áðrenn tú tendrar hvirluna, so blíva jarðberðini nemmari at knúsa.
Tú kann eisini brúka pulse knøttin nakrar ferðir og síðani hvirla sum vanligt. Hvirla til alt tilfarið er knúst, samanhangandið og mjúkt. Ikki longri enn neyðugt, tí so blívur ísurin ov vátur.
Koyr ísin í eina skál og set hana í frystaran, meðan tú hakkar sjokulátuna.





Skriva eitt svar