
Alma á Lava | Skriva tann |

Karrysuppa við beinasoð og fiski
1 spsk. av ghee, dunnu- ella gásafeitti ella annað feitt, sum tolir nógvan hita.
400 g av purru (eg brúki frysta purru)
2 leykir
2 søt eplir (man kann eisini brúka vanlig eplir, gularøtur ella aðrar røtur)
1 spsk. karry
1 tsk. av ingiferpulvuri
2 fed av hvítleiki
1 litur av beinasoð
400 ml kokusmjólk (Tá eg eri so heldi at eiga óviðgjørda kúgvamjólk inni, brúki eg heldur tað)
2-4 fløk av toski ella hýsu
salt og pipar
Soleiðis:
Sker grønmeti í hóskandi bitar. Hita feittið og brúnka karry og ingiferið saman við grønmetinum.
Koyr síðani beinasoðið í og kóka í 10 -15 min.
At enda koyrir tú mjólkina í. Tá hon er blivin heit, koyrir tú fiskin í. Kóka í 4 min ella til fiskurin akkurát er kókaður.
Smakka til við salti og pipari.

Skriva eitt svar