
Alma á Lava | Skriva tann |

Fiska suppa
- 1 stórur leykur
- 3 pungar av hvítleyki
- 1 l av fiskasoði
- 1 stór gularót
- 1/2 squash
- 1 purra
- 1 reyð píparfrukt
- 300 g av flaki
- 150 g av rækjum
- 2 1/2 dl av kokusmjólk (ella róma um man tolir tað)
- 1 vistfrøðilig sitrón
- 1 neva av frískum dild
- Salt og pipar
- Olivenolja
Soleiðis:
Hakka hvítleykin smátt og sker alt grønmetið í tunnar strimlar.
Svitsa leykin og hvítleykin í eini grýtu saman við eitt sindur av feitti (ghee ella annað feitt, sum tolir nógvan hita).
Stoyt fiskasoðið í og kóka upp.
Koyr síðani kokusmjólkina, gularøturnar, purruna, squash og piparfruktina í. Skrúva hitan niður og smákóka til gularøturnar eru moyrar.
Koyr at enda fiskastykkini og rækjurnar í.
Læt suppuna simra í 2 min, ella til fiskurin akkurát ikki er ráur meira.
Smakka suppuna til við rivnum sitrónskali, sitrónsaft, salti og pipari, dild og olivenolju.

Skriva eitt svar