Snickers

SNICKERS

300 g av vistf. dadlum (bleytar)

200 g av vistf. saltaðum jarðnøtum

6-8 spsk. av vistf. jarðnøtarsmøri

120 g av 85% vistf. sjokulátu

2 spsk. av vistf. kokusolju

Soleiðis:

Hvirla fyrst dallurnar til tær eru hakkaðar í smáðir bitar. Koyr síðani jarðnøtarnar og jarðnøtarsmørið í og hvirla aftur, til alt hongur saman. Koyr deiggi í ein passaligan form – antin ein silikon form ella í ein form, sum er klæddur við bakipappíri. Set formin í kuldaskápið.

Smelta sjokulátuna og kokusoljuna í einari skál yvir heitum vatni. Ver varin, so onki vatn kemur í samband við sjolulátuna. 
Sjolulátan er klár at brúka, tá hon er uml. 28°.

Stoyt sjokulátuna omanyvir køldu snickers fylluna og set í kuldaskápið, so sjokulátan stadnar. 

Íblástur: Marker, Stinna Guldmannvistf.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top