Beinasoð - føðsluríkt, uppbyggjandi og lekjandi

Eg elski at kóka beinasoð. Eg komi niður í tempo, tá ið eg geri mat á hendan hátt, og eg kenni at nøgdsemi kemur frá einum djúpri staði – tað gevur meining, tí eg fái meira burturúr tilfeinginum!

Tá kjøtið er etið av djórinum, eru tað fleiri góðar grundir eisini at kóka kraftina úr beininum, sum liggur eftir.

Beinasoð er fult av føðsluevnum so sum mineralum, aminosýrum (m.a. glutamin) og glucosaminum. Tað styrkir immunverjuna, lættur um stressi í kroppinum og virka anti-inflammatoriskt. 

Føðsluevnini í beinasoð stimbrar m.a. tína beinagrind, liðir, húð, æðrar, tarm, innaru veggir, bindivevna o.a. Eitt av góðu evnunum er nemliga kollegen. Kollegen er ein protein, sum vit hava mest av í kroppinum. Tí er gott at eta beinasoð javnan. Umframt hetta er beinasoð lætt hjá okkum menniskjum at upptaka. 

Tá kjøtið er etið plagi eg at goyma beinini í einum posa í frystiboksini.  Tá eg so havi nokk til eina grýtu, kóki eg tey saman við grønmetisrestum. Eg havi eisini ein posa í frystiboksini, sum eg goymi grønmetisrestir í. Dømi um grønmetisrestir er skalið og uttasta lagi á leyki, innasta kjarnan á hvíttkláli, endar á gularøtum, skali á røtum, endin og tað myrkagrøna á eini purru o.s.v.

At kóka beinasoð er ein gamal tratitiónellur máti at gera mat uppá. Hetta er eisini ein snild kokkar brúka, at fáa matin at smakka betur, so tað er bara at fara í gongd 😉

Soleiðis:

Fyll grýtuna (uml. 2/3) við beinum og knoglum. Læt enduliga restir av kjøti, feitti o.ø. sita á beininum. Eg kóki høsnarungabein fyri seg, dunnu- og gásabein fyri seg og lambabein fyri seg o.s.v.

Sker grønmetið í passandi støddir og legg tað omanyvir, so tað dettur niður í millum beinini. Koyr saltflagar og piparkorn í. Stoyt vatn oman yvir, so beinini og grønmeti eru undir – tó ikki ov nógv (tú kann altíð koyra meira vatn í seinni).

Tá beinasoðið er komin uppá kók, skrúðar tú niður, so tað bara smásimrar. Fyll meira vatn á um tað er neyðugt.

Um tú brúkar bein av høsnarunga, dunnu ella gás, so er nokk at kóka í 3-4 tímar.

Eru beinini og knoglarnir størri (av einum seyði, grísi ella oksa) má beinasoðið kóka longri. Frá 4 til 24 tímar, alt eftir hvussu nógva kraft tú ynskir skal koma í soðið. Tá soðið skal kóka so leingi, skal grønmeti ikki í, fyrenn 1-2 tímar eru eftir.

Um tú vil hava ein enn betri smakk, kann tú, áðrenn tú kókar, koyra øll beinini í eina ovnskuffu og steikja tey eina løtu, so tey fáa ein kraftigari smakk.

Tá beinasoðið er liðugt kóka, tekur tú tey stóru stikkini úr grýtini við eini soðsleiv. Stoyt síðan restina gjøgnum eina sílu við tøttum meskum.

Drekk Beinasoðið sum tað er ella brúka tað í tíni matgerð.

Íblástur og keldur:

Campell-McBride, Natasha: Gut and Psychology Syndrome: Natural Treatment for Autism, Dyspraxia, A.D.D., Dyslexia, A.D.H.D., Depression, Schizophrenia. 

Campell-McBride, Natasha: Gut And Physiology Syndrome. Natural treatment for allergies, autoimmune illness, arthritis, gut problems, fatigue, hormonal problems, neurological Problems, Neurological Disease and More,

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top