Bananbreyð

3 egg

1 spsk. av bleytum ghee ella kokusfeitti

2-3 spsk. hunang

225 g mandulmjøl

2 bananir

2 spsk. yogurt

1 tsk. natron

1 tsk. edike

Pynt

40g av 85% sjokulátu

Soleiðis:

Tak alt tilfarið fram, so tað hevur fingið stovuhita áðrenn tú byrjar.

Tendra ovnin á 150⁰

Legg eitt bakipappír í ein breyðform (uml. 24 x 10 cm).

Píska eggini, hunangin og feittið væl saman.

Mosa bananirnar við einum gafli og koyr tær í saman við mandulmjølinum. Píska væl.

At enda leggur tú yogurtið omaná deiggið. Drússa natronið oman yvir yogurtið og koyr síðani edikin omaná. Píska beinanveg, so natroni kemur út í alt deiggið.

Stoyt deiggið í breyðformin og sting sjokulátapettini í. 

Set breyði í ovnin og baka í 55 – 60 min.

Tak breyðið úr forminum og set tað á eina rist at kølna áðrenn tú skerur í tað.

Yogurt

Eg brúki hetta yogurtið frá Øllingegaard. Ella brúki eg yogurt, sum eg sjálv havi gjørt (uppskriftin er her).

Yogurtið frá Øllingegaard er hitaviðgjørt men ikki fitijavna.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top