
Alma á Lava | Skriva tann |

"Rísalamang"
Hetta rísalamangið hevur hvørki rís, rafinerað sukur ella róma, tó smakkar og gagnast tað væl – haldi eg.
160 g av cashewnøtum
4 spsk. chiafræum
5 dl av Creamy kokosmjólk frá Santa Maria (tann í pakka)
1-2 vaniljustengur
4 spsk. hunangi
40 g av mandlum
1 tsk. mandul aroma
Soleiðis:
Set chashewnøturnar á blot í 1 tímar.
Í eini aðrari skál koyrur tú chiafræini, kokosmjólkina og hunangin í saman við vaniljufræunum. Læt hetta eisini standa á køksborðinum (ella kuldaskápinum) saman við cashewnøtunum í 1 tíma.
Koyr mandlurnar í eina grýtu við vatni og kóka upp. Áðrenn vatnið kemur heilt uppá kók, stoytur tú vatnið frá og koyr kalt vatn í til mandlurnar. Pilka skalið av mandlunum og hakka tær í passandi stykkir.
Stoyt nú vatnið frá cashevnøtunum og hvirla tær í eini hvirlu so tær líkjast rísi. Koyr tær í chia greyti. Koyr hakkaðu mandlirnar og maldul aromaði eisini í.
Í staðin fyri keypta kirsiberjasovs, kann tú brúka fryst jarðber og møguliga eitt sindur av hunangi.
Tina jarðberini og koyr tey í ein blendara saman við hunanginum. Blenda til sósin er jøvn og mjúkt. Stoyt jarðberjasósina í eina lítla kannu og hav afturvið rísalamanginum.
Er tú so heldig at finna kirsuber, kann tú sjálvandi brúka tey í staðin fyri jarðber.
Íblástur: Faerber, Jane

Skriva eitt svar