Jólaligar smákakur

220 g av mandulmjøli

90 g av hunangi

1 egg

2 tsk. av kokusolju

1 tsk. av kanel (ella meira um tú vil)

1 tsk. av kardemummu (ella meira um tú vil)

1/2 tsk. av natron

1/2 tsk. av ediki

1/4 tsk. av salti

kokusfibur mjøl 

 

Soleiðis:

Koyr alt tilfarið uttan kokusfiburmjølið í eina hvirlu og hvirla til deiggið hongur væl saman – sum ein bóltur.

Legg deiggið á eitt stykki av filmi og pakka filmin um deiggið. Legg tað í kuldaskápi til deiggi er blivið kalt. Uml. 20 min.

Tendra ovnin á 175°

Tak nú kokusfiburmjølið. Stroya nokk á borið, gríggja nokk á kakurulluna og stroya eisini á deiggið. Rulla deiggið út. Syrg fyri at tað alla tíð er mjøl á kakurulluni og á borðinum, so deiggið ikki kleprar fast. 

 

Dippa formarnar í kokusfiburmjølið og forma kakurnar. 

Tá tú hevur forma kakurnar, leggur tú tær á eina bakiplátu við bakipappíri á. 

Baka kakurnar í 10 min. 

Tak kakurnar úr ovninum og legg tær á eina rist at kølna. 

 

Glasurur:

100 g av kokusolju

30 g av kakaosmøri

80 g av hunangi

1/2 dl av kokusmjólk (eg brúki Creamy kokosmjólk frá Santa Maria)

 

Hesin glasururin er ikki nemmur at hava við at gera. Hann hevur hug at skiljast sundur, men eg havi altíð klára at redda honum við at brúka mínum kraftiga blendara.

Man kann lita glasurin við ymiskum náttúrligum. M.a. kann man brúka reyðrótakrýstallir, spirulinu pulvur, frostturka ber o.a. 

Soleiðis:

Koyr kokusoljuna og kakaosmørið í eina grýtu. læt feitti smelta við lágum hita. Tað skal ikki meira enn akkurát smelta, so skal tú taka tað av hitanum. Stoyt í eina skál og blanda hunangin og kokusmjólkina í meðan tú blandar. Set blandingina í kuldaskápi í eini 20 – 30 min ella til hon hevur sett seg.

Fyri at fáa glasurin mjúkan og luftigan skal tú nú koyra hann í ein kraftigan blendara og blenda í nøkur fá sekund í senn (pulsera).

Fyll glasurin í ein sproytiposa og klipp eitt lítið hol á endan. Sproyta mynstur á køldu kakurnar. 

Av tí at tað er nógv feitt í glasurinum, má tú gera skjótt av, so feitti ikki smeltar, áðrenn tú er liðug at pynta kakurnar.

Goym kakurnar kalt.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top