Jogurt - borðreitt við ahornsiropi

At gera jogurt heima er sera nemt og ómakaleyst.

Um tú vil hava eitt so náttúrligt úrslit sum møguligt, er best at mjólkin ikki viðgjørd á nakran hátt –  ikki hitaviðgjørd og ikki fitijavna. 

Hevur tú ikki møguleika at skaffa óviðgjørda mjólk, er tað næst besta, at mjólkin er so lítið viðgjørd sum møguligt. Í FK og í Miklagarði hava tey mjólk, sum ikki er fitijavna.

Tilfar: 

1/2 l av mjólk

2 spsk. av reinum jogurti frá MBM

Soleiðis:

Hita mjólkina upp til nakað áðrenn kókipunktið (uml. 70° – 80°). 

Mjólkin skal ikki kóka, tí so broytist bygnaðurin á mjólkini og smakkurin broytist eisini.

Stoyt heitu mjólkina í eitt reint glasílat.

Læt nú mjólkina kølna niður til uml. 40°. Um tú ikki hevur nakað at máta hitan við, so kann tú taka eina reina skeið og leggja nakrar dropar av mjólkini á innaru síðuna á skøvninginum. 

Tá jogurtið hevur rætta temperaturin, koyrur tú 2 spsk. av reinum jogurti í. Rør væl so jogurtið kemur runt í alla mjólkina. Legg ein tallerk oman á glasílatið og balla eitt viskistykki um ílatið og set tað inn í ovnin. Tendra ljósið í ovninum og koyr lúkuna aftur, og læt standa til morgunin eftir. 

Et jogurtið sum tað er, ella koyr eitt sindur av ahornsiropi á.

At eta jogurt er gott, tí tað stuðlar undir sodningarlagið. Jogurt er tað, sum man kallar, livandi matur. Lívið í jogurtinum ger, at tær góðu bakteriurnar í búkinum endurnýggjast.

Jogurtstartari

Tak 2 spsk. av heimagjørda jogurtinum frá og koyr tað í eina krukku við loki. 

Goym krukkuna í kuldaskápinum. So hevur tú jogurtstartara til næstuferð.

Íblástur og keldur:

Campell-McBride, Natasha: Gut and Psychology Syndrome: Natural Treatment for Autism, Dyspraxia, A.D.D., Dyslexia, A.D.H.D., Depression, Schizophrenia. 

Campell-McBride, Natasha: Gut And Physiology Syndrome. Natural treatment for allergies, autoimmune illness, arthritis, gut problems, fatigue, hormonal problems, neurological Problems, Neurological Disease and More.

Hemsley, Jasmine

Ein viðmerking

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top