
Alma á Lava | Skriva tann |

Fiskasoð
1 kg av fiskabeini og fiskaskræðu (man kann eisini brúka høvdini)
1/2 sellarírót
2 gularøtur
2 leykir
1 neva av frískari persillu
2 spsk. av olivenolju
8-10 piparkorn
2 lavrberjabløð
Soleiðis:
Vaska alt frá fiskinum væl, so ongar blóðrestir eru eftir, og koyr í eina grýtu.
Sker sellarírótina og gularøturnar í terningar og leykin í 1/4 og koyr í grýtuna.
Skola persilluna væl.
Svitsa fiskabeinini, grønmetið og persilluna í nakrar minuttir í oljuni.
Koyr síðani so mikið av vatni í, at tað dekkar. Koyr eisini piparkornini og lavrberjabløðini í.
Kóka upp og læt smákóka í 30 min. Koyr meira vatn í um neyðugt, so alt er dekkað við vatni.
Sløkk síðani hitan og læt standa og hvíla í 30 min.
Síla ígjøgnum eina sílu og goym soðið í kuldaskápinum í mesta lagi í 3 dagar. Tú kanst eisini frysta tað.

Skriva eitt svar