Fiska suppa

 
  • 1 stórur leykur
  • 3 pungar av hvítleyki
  • 1 l av fiskasoði
  • 1 stór gularót 
  • 1/2 squash
  • 1 purra
  • 1 reyð píparfrukt
  • 300 g av flaki
  • 150 g av rækjum
  • 2 1/2 dl av kokusmjólk (ella róma um man tolir tað)
  • 1 vistfrøðilig sitrón
  • 1 neva av frískum dild
  • Salt og pipar
  • Olivenolja 
Soleiðis:
Hakka hvítleykin smátt og sker alt grønmetið í tunnar strimlar.
 

Svitsa leykin og hvítleykin í eini grýtu saman við eitt sindur av feitti (ghee ella annað feitt, sum tolir nógvan hita).

Stoyt fiskasoðið í og kóka upp.

Koyr síðani kokusmjólkina, gularøturnar, purruna, squash og piparfruktina í. Skrúva hitan niður og smákóka til gularøturnar eru moyrar.

Koyr at enda fiskastykkini og rækjurnar í.

Læt suppuna simra í 2 min, ella til fiskurin akkurát ikki er ráur meira.

Smakka suppuna til við rivnum sitrónskali, sitrónsaft, salti og pipari, dild og olivenolju.

Skriva eitt svar

Tín teldupost adressa verur ikki víst alment. Krævede felter er markeret med *

Scroll to Top